Annað

Knústu Luksemburg

Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini – Allir á føroyska liðnum vunnu.

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir á fremstu borðunum móti Luksemburg fyrrapartin. Seinnapartin verður telvað móti Liktinstein

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir á fremstu borðunum móti Luksemburg fyrrapartin. Seinnapartin verður telvað móti Liktinstein

2021-11-29 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina.

Allir á føroyska liðnum - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol - vunnu. 15 ára gamli Luitjen var tann fyrsti, sum vann. Hann var tann einasti av føroysku telvarunum, sum hevði lægri styrkital enn mótstøðumaðurin.

Við hesum einastandandi úrsliti - og tepra sigrinum í gjár á Andorra, sum er styrkismett nummar tvey í kappingini - hava Føroyar fingið eina flúgvandi byrjan suðuri á Malta.

[object Object]

Hini úrslitini í 2. umfari:

Andorra - Likttinstein 3 - 1
Kýprós - Malta 2½ - 1½
Jersey - Guernsey 1 - 3
Monaco - Kvinnuúrvalsliðið 4 - 0

Nú seinnapartin telva Føroyar móti Liktinstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder