Fótbóltur

Kommunur dystast við Løkin í annaðkvøld

Fótbóltsdystur verður á Eystanstevnu millum Nes og Runavíkar kommunu.

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-06-12 22:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóskvøldið 13. juni verður dystur millum Nes og Runavíkar kommunu á vøllinum við Løkin.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tí í fjørð vann liðið hjá Nes kommunu í tøttum dysti, har annars Runavíkar kommuna eigur flestu sigrarnar.

Torbjørn Jacobsen hevur í telduposti til starvsfólkið, boðað frá, at nú skal liðið hjá Runavíkar kommunu vera betri enn í fjør. Sum skilst er liðið á venjingarlegu úti í Svínoy í dag, skrivar Runavíkar kommuna.

Dysturin verður á vøllinum við Løkin, hóskvøldið 13. juni. kl. 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder