Brno, Kekkia (Portalurin) Tíðliga seinnapartin hittist størsti parturin av A-landsliðshópinum hjá monnum á fløgvøllinum í Vágum. Leiðin gekk fyrst til Kastrup, har nakrir leikarar, umframt høvuðsvenjari og aðrir í venjaratoyminum, komu umborð á flogfarið hjá Atlantic, og síðani varð kósin sett móti Kekkia.
Lent varð í bynum Brno, ið er tann næststørsti í Kekkia, umleið klokkan 20, og nú er ferðalagið komið uppá pláss á góðum gistingarhúsi.
Fyrsta venjing er á skránni seinnapartin í morgin, og Kekkia og Føroyar spæla venjingardyst mikudagin klokkan 17.
Portalurin er við í Kekkia og verður eisini við á ferðini til Kosovo, har næsta uppgávan er a skránni. Gjøgnum vikuna hava vit ymiskt tilfar úr landsliðsleguni.
Håkan Ericson hevur hesaferð nógvar ungar leikarar at arbeiða við (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald