Teir fýra sum um vikuskiftið vóru í Danmark og luttóku í framerunning-kappingini fingu góð úrslit.
Serliga Ábraham Bjarnason kláraði seg væl og vann fýra gull heiðursmerki.
Levi Hanusarson vann tvey bronsu heiðursmerki.
John Heri Johansen rann 100 metrar við tíðini 00.56,94 og 60 metrar við tíðini 00.48,59.
Martin Johannesen betraði um sína tíð við 5,51 sekundunum á 400 metrum, og gjørdi eitt bragd við at renna 800 metra finaluna umaftur við skaða í beininum.
Frame Running er ítróttargrein sum er ment fyri at geva fólki við breki og balansutrupuleikum møguleika at íðka. Ein Framerunner er ein trýhjólað súkkla uttan pedalir, har íðkarin sparkar seg fram eftir breytini. Parasport Føroyar skipar fyri regluligum venjingum, og eigur súkklur til tey, ið ynskja at royna ítróttagreinina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald