Stóri FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo er á skránni leygardagin 6. apríl í Høllini á Hálsi.
Seinastu mongu árini hevur "Kontrast FM" verið karmur um nógvar spennandi dystir: Við ketjsarum, battum og kropsstyrki.
Badmintonssamband Føroya skrivar á Facebook-síðu sínari í dag, at finaluskráin nú er løgd - umframt at hjá teimum skulu síðstu finalistarnir í blandaðum tvímansleiki skulu finnast fríggjakvøldið, har fyrstu dystirnir byrja klokkan 16:30.
Sí eisini:
Finalistar í tvímansleiki funnir
Bert ein leikari endurvann finalusess
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
Sum skráin niðanfyri vísir, verður byrjað við tvímansleiki hjá kvinnum í bæði borðtennis og badminton klokkan 10.
Judo byrjar klokkan 13 - samanlagt eru 16 finalur á skránni í teimum trimum ítróttargreinunum. Seinasta finalan stendur at byrja 15.35. Talan er um einmansleik í borðtennis hjá monnum. Tíðirnir kunnu tó broytast nakað; millum annað eftir hvussu langar ymisku finalurnar verða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald