Annað

Bert ein leikari endurvann finalusess

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki vórðu spældir í gjár.

Frá hálvfinaluni millum Ranju Joensen, KBF, og Miriam í Grótinum, HBF

Frá hálvfinaluni millum Ranju Joensen, KBF, og Miriam í Grótinum, HBF

2024-04-02 08:07 Author image
Innsent
placeholder

Innleiðandi badmintondystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini annan páskadag. Heili tríggir leikarar vunnu sær finalupláss á fyrsta sinni: Fai Yin Wong, Rúni Øster og Sanna Thorkildshøj, øll úr Havnar Badmintonfelagi.

Tað eydnaðist Miriam í Grótinum, HBF, at endurvinna finalusessin við at vinna á unga stjørnuskotinum Ranju Joensen úr KBF í tveimum settum í aðrari hálvfinaluni. Seinna settið bleiv sera spennandi, har 14 ára gamla Ranja førdi tað mesta av settinum, men til síðst kom Miriam á odda og vann 22-20.

Bæði Wong og Rúni Øster hava hvør sær áður luttikið og vunnið FM finalu í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, men hetta er fyrstu ferð, at teir báðir skulu dystast um FM heitið í einmansleiki hjá monnum.

Sanna Thorkildshøj luttekur á fyrsta sinni í eini FM finalu, tá hon leygardagin skal spæla ímóti verandi føroyameistaranum í einmansleiki, Miriam í Grótinum.

Mikudagin verða innleiðandi dystirnir í tvímansleiki, meðan síðstu finaluluttakararnir í blandaðum tvímansleiki verða funnir fríggjakvøldið. Hetta verður eisini í Badmintonhøllini í Havn.

Leygardagin frá klokkan 10 verða finalurnar í Kontrast FM leiktar í Høllini á Hálsi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder