Tvey tey seinastu umførini í okkara bólki í UEFA Nations League verða leikt hesa komandi vikuna. Føroyska liðið hevur tveir dystir á útivølli. Fyrra uppgávan er Aderbadjan, ið vann 3-0 í Føroyum fyri einum mánaði síðani. Síðani gongur leiðin til Malta. Tíðliga í september vunnu Føroyar 3-1, tá Malta var á vitjan á Tórsvølli.
Fyrst er fokus á Aserbadjan, har føroyska ferðalagið fer til í dag. Á vegnum verður millumlent í Kastrup, har føroysku útisetarnir á landsliðnum koma umborð, og síðani verður flogið beinleiðis til aserbadjanska høvuðsstaðin. Ein flogferð, ið tilsamans tekur eini átta-níggju tímar.
Flogfarið fer úr Vágum klokkan 7, og Portalurin er við á ferðini.
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald