Fótbóltur

Kosovo: Stríð og framgongd

Talan er um eitt umstrítt øki og land, ið føroyska ferðalagið kom til í gjárkvøldið.

2018-09-09 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin) - Í annaðkvøld spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum landsdyst her í høvuðsstaðnum í Kosovo. Hetta er eitt nýtt landslið uppá nogvar mátar.

Leikarar úr Kosovo vóru javnan á landsliðnum hjá Jugoslavia. Í 1993, eftir kríggið á Balkan, spældi Kosovo sín fyrsta landsdyst. Talan var um óalmennan dyst móti Albania.

Kosovo var partur av gamla Jugoslavia, og eftir borgarakríggið vóru sjálvsagt spenningar. Jugoslaviski herurin hevði ræðið á Kosovo, og í 1998 brast saman millum Kosovo Liberation Army (KLA) og jugoslaviska hervaldið. KLA, ið var ein kosovo-albanskur felagskapur fekk nógvan altjóða stuðul. NATO var í parti við KLA og millum annað Bretland og USA og fleiri evropeisk lond stuðlaðu. Eisini sympatiseraðu danir við teimum ið stríddist fyri frælsi í Kosovo, og í Føroyum varð skipað fyri innsavnan fyri Kosovo í sjónvarpinum.

Kosovo-kríggið endaði við at áleið 13.000 fólk vórðu dripin ella saknaði, og ein friðaravtala varð gjørd. Hon hevði millum annað við sær, at jugoslaviska herdeildin trekti seg úr Kosovo. Økið varð verandi partur av Jugoslavia landafrøðiliga, men økonomiskt og politiskt skildi tað seg burtur 

Eftir kríggið vóru konfliktirnar tó als ikki lidnar. Kosovo lýsti seg sum ein sjálvstøðugan stat í 2008, men serbarnir vildu ikki viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt, og vóru harðliga ímóti at Kosovo varð viðurkent. Fimm ár seinni samdust Kosovo og Serbia tó, við ES sum "millumanni", at sambandið partarnar er "vanligt", og Serbia viðurkendi stovarnar hjá Kosovo; so sum parlamenti. Seinastu árini hevur Kosovo verið fyri støðugari fíggjarligari framgongd.

Kosovo er lutvíst viðurkent sum statur; ikki allastaðni verður Kosovo sæð sum ein tjóð. FIFA og UEFA góvu tó Kosovo altjóða limaskap í mai í 2016; hetta var eftir tógvið stríð.

Millum Kosovo-kríggið og hesa hendingina hevði Kosovo spælt fleiri ólamennar dysir, har fleiri ikki vóru skrásettir ella góðkendir av fótbóltssamgongunum. Fyrsti dysturin eftir limaskapin var í juni í 2016 í Frankfurt, har Føroyar vóru mótstøðuliðið. Kosovo vann 2-0.

Fyrsta luttøkan í einari undankapping var til HM í 2018, har Kosovo endaði niðast í bólkinum við einum stigið. Á liðnum hjá Kosovo eru tó leikarar ið spæla á fremstu deildini í fleiri evroepiskum londum; millum annað Bundesligaini og Eredivisiónini.

Í Kosovo búgva nógvir albanar, og albanskt er eisini almenna málið saman við serbiskum. Tað búgva líka yvir áleið tvær milliónir í landinum; umleið 200.000 av teimum búgva í høvuðstaðnum, Pristina (Pristhine), har føroyska landsliðið skal spæla í morgin.

Les eisini: Fyrireiking á skránni í Kosovo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder