2018-07-18 15:52

28 luttakarar løgdu í dag frá landið í ársins Kring Føroyar-kapping. Súkklað verður í fýra bólkum.
Fyrsta etapan er frá Gásadali-Klaksvíkar. Teir í opna bólkinum byrjaðu og í Gásadali, meðan hini byrjaðu í Kollfjarðadali. Hetta millum annað fyri, at øll skullu koma í mál nøkulunda samstundis.
Byrjað var á middegi, og málið er Klaksvíkin. Væntandi koma súkklarnir á mál nú áleið klokkan 16.00
Súkklað verður allar dagarnar fram til til og við sunnudagin. Millum annað á Sandoynni og í Suðuroynni.
Vit leggja úrslit út, so skjótt sum vit hava tey tøk. Tað er Dávur Magnussen, sum stórfavorittur at vinna opna bólkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald