Hondbóltur

Kringvarpið fer nú at senda beinleiðis hondbólt

Tað verður í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya og Ø - media. Ein dystur verður um vikuni, og byrjað verður í kvøld við VÍF - StÍF, ið er ein týðandi dystur í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

Í kvøld verður møguleiki at síggja Haruka Gima, toppskjúttan hjá StÍF og í føroyskum kvinnuhondbólti, í Kringvarpinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í kvøld verður møguleiki at síggja Haruka Gima, toppskjúttan hjá StÍF og í føroyskum kvinnuhondbólti, í Kringvarpinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-27 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 Vit gleðast um møguleikan at bjóða hyggjarunum føroyskan hondbólt. Hondbóltur er áskoðaravinarligur, og lagt er upp til nógvar spennandi løtur, nú kappingarnar fara inn i avgerðandi tíðarskeiðið

Hetta sigur Símun Christian Olsen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, í samband við at tað nú er kunngjørt, at Kringvarpið restina av hesum kappingarárinum fer at senda frá Faxe Kondi-kappingini, og Burn- og SMS-deildunum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, sigur at ynski hevur verið at varpa enn meira ljós á føroyskan hondbólt og fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum. 

Í seinastuni hava allir dystirnir verið stroymdir. Tað hevur verið Ø - media, ið hevur framleitt fyri Hondbóltssamband Føroya, og tað er í samstarvi við hesi, at Kringvarp Føroya fer at senda ein hondbóltsdyst um vikuna beinleiðis. 

Í fyrstu atløgu verður hondbóltur vístur í sjónvarpinum mikukvøld, skrivar kvf.fo. Byrjað verður í kvøld í Vestmanna, har dystur er millum VÍF og StÍF. Byrjað verður at senda klokkan 19:50, og fyrsta bríksl verður klokkan 20.00. Talan er um týðandi dyst í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum: Vinnur VÍF, kemur liðið víðari til hálvfinaluna - vinnur StÍF, so er tað ógvuliga sannlíkt, at liðið av vestara armi á Skálafjørðinum fer víðari saman við Kyndli.

Kringvarpið fer annars at miðað eftir at vísa so nógv lið, sum gjørligt - bæði hjá kvinnum og monnum. Eisini verður onkutíð vístí vikuskiftinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder