Fótbóltur

Kringvarpið tekur orðini í seg aftur

Í sendingini Fótbóltsprát í útvarpinum mánadagin varð tosað um, at HB-leikarar vóru á festivali stutt undan týdningarmiklum dysti móti Víkingi. Nú verður biðið um umbering fyri at umrøða hetta.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-09 22:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Heldur tú tað broytir fortreytirnar hjá HB'arunum at teir fara at ballast fimm dagar áðrenn dyst. Tað er eingin loyna, at fólk sum vóru á Voxbotn, sóu menninar ganga eftir bøkkunum.

Soleiðis segði Tróndur Vatnhamar, vertur í Fótbóltspráti í útvarpinum mánadagin.

Men hóast verturin segði seg vera skelkaðan av, at hetta var farið fram, og at hann helt hetta vera ein farin tíð, verða orðini nú tikin aftur.

- Í hesum sambandi blivu nøkur viðurskifti hjá HB-spælarunum, sum ikki hava við fótbólt at gera, viðgjørd. Hetta var ikki rætt, og vit ynskja at biðja HB og spælarunum í Betri-hópinum um umbering fyri tað, skrivar Tróndur Vatnhamar í umbering á kvf.fo.

- Í Fótbóltspráti miða vit altíð eftir at viðgera fótbólt og tað, sum hevur við fótbóltsviðurskiftir at gera. Og tað var ikki støðan viðvíkjandi áðurnevnda dysti, og tað harmast vit sum sagt um. Hetta verður tó framhaldandi málið hjá okkum.

Hetta var sagt í sambandi við, at oddadysturin millum Víking og HB varð umrøddur í sendingini. Víkingur vann sum kunnugt 2-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder