2018-07-04 07:10
Næstu árini verður tað framhaldandi í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum at dystir hjá føroyska landsliðnum verða at síggja.
Tað er greitt eftir at Kringvarp Føroya hevur undirskrivað avtalu við UEFA og FIFa um rættindi til undankappingardystir hjá A-landsliðnum.
Rættindini fevna um undankappingina til EM og HM í ávikavist 2020 og 2022 umframt Nations League í 2018/2019 og 2020/2021.
Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at tey eru farin undir at menna stóra sjónvarpsbussin, so hann fær sent í HD góðsku, og so hann lýkur altjóða krøvini, sum verða sett til framleiðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald