placeholder
Fótbóltur

Kringvarpið vísir dystin millum KÍ og Molde týskvøldið

Dagur og vika er framskundað, og sent verður úr Noreg tíggju minuttir undan dystarbyrjan klokkan 18.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-14 20:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kringvarp Føroya hevur keypt rættindini til at senda spennandi dystin KÍ móti Molde, sum byrjar í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 18.

Hetta merkir, at sjónvarpsskráin í morgin verður broytt. Dagur og vika verður send kl. 17.30, og síðan sendir Kringvarpið frá fótbóltsdystinum frá kl. 17.50.

Lagt verður upp til ein torføran og spennandi dyst, tí øll 10.000 atgongumerkini til dystin eru seld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder