Hannover, Týskland (Portalurin) - Kristoffur Bjørgvin var eitt sindur inn og út í dag, men spældi millum annað týdningarmiklan leiklut sum tvey'ari í føroysku verjuni. Tað var tungt til tíðir, viðgekk Kristoffur, ið serliga nevndi stóra Monta da Silva - toppskjúttan sum teir høvdu tað torført við.
Tó bleiv tað betur móti endanum, har Føroyar fingu fatur á brasilumonnunum, helt VÍF'arin, sum er uppvaksin í høvuðsstaðnum.
Høgri bakkurin er fegin um føroyska avrikið og plássið í fjórðingsfinaluni, men nú skulu teir sláa kalt vatn í blóðið og fyrst hugsa um Portugal, staðfestir hann.
Sí eisini:
Mark er lættur og um sigurin og hyggur frameftir
Hákun um HM-kvartfinalu - nú gleða vit okkum
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni
Føroyar - Brasil 33-27 (16-13)
Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
* Víðari
Sí eisini:
Føroyar-skulu spæla HM-fjórðingsfinalu
Myndir: Føroyar - Brasil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald