Í morgin spæla Føroyar móti Portugal. Hetta er bolkafinala - bæði liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna. Fyri Føroyar fer tað at snúgva seg meira um at hava eitt gott avrik enn at vinna dystin.
Hetta staðfestir Mark Lausen-Marcher eftir sigurin á Brasil í kvøld: Føroyar fara - í øllum førum er partvíst at spæla uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, spælarar sum ikki hava spælt so nógv sleppa framat, og ymiskt taktiskt skal roynast. Tó verður uppgávan tikin í fullum álvara, staðfestir landsliðsvenjarin.
Viðvikjandi fjórðingsfinaluni, so er ilt at siga hvat av møguligu mótstøðuliðunum, Ísland, Serbia ella Egyptaland, hóskar best til Føroyar.
- Vit kenna best Ísland, men ógvuliga tætt er millum tey
Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen, hava longur partvíst lagt eina ætlan til uppgávuna í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Teir eru ikki nøgdir við alt - m.a hongur ov nógv á Eliasi, staðfestir Mark - men eru glaðir fyri, at ungu menninir hildu høvdið kalt.
Til síðst staðfesti venjarin, at sum nú er liggur tað ikki í kortinum, at Óli Mittún kemur inn í hópin.
Sí eisini:
Føroyar-skulu spæla HM-fjórðingsfinalu
Myndir: Føroyar - Brasil
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni
Føroyar - Brasil 33-27 (16-13)
Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
Víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald