Hondbóltur

Kroatia í finaluni eftir sannan gysara

Tvær ferðir longd leiktíð var neyðug, áðrenn vinnarin varð funnin í fyrru hálvfinaluni í Stokkhólmi í kvøld. Noreg fekk ikki lukkað dystin og skal harvið spæla bronsudyst í morgin ístaðin fyri finalu sunnudagin.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-24 20:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áskoðararnir á Tele2 Arena, ið vanliga verður nýtt til fótbólt, fingu spenning og drama í 80 minuttir. Vanliga verður bert leikt í ein tíma, men tað bar ikki til at skilja Noreg og Kroatia eftir vanliga leiktíð, og tað stóð eisini á jøvnum eftir 2x5 minuttir.

Undan hálvfinaluni var Noreg favorittur, men tað var helst øllum greitt, at tað allarhelst fór at gerast heilt tætt. Tað var tað eisini fyrstu minuttirnar, har liðini skiftust um at skora. Eftir 10 minuttir var 5-5, men so fekk Kroatia yvirvág. Norðmenn vistu væl áðrenn, at Domagoj Duvnjak fór at dekka sum 1'ari, men ágangandi verjuspælið gav kortini liðnum hjá Christan Berge veruligar trupulleikar. Nógv fokus var á at tálma Sander Sagosen. Hinir rundanum høvdu trupult við at skora. Sego í málinum hevði fleiri stórbjargingar, og í nøkrum førum høvdu norðmenn ikki hepni við sær - stongin varð rakt nakrar ferðir. Noreg hevði eisini trupulleikar av spælinum í yvirtali, ið liðið fekk lítið burturúr.

[object Object]
Sander Sagosen skorar her móti Marin Sego, men stutt fyri leiklok brendi Sagosen brotskast, tá Noreg kundi komið á +2. Sego stóð serliga væl í 1. hálvleiki í vanligu leiktíðini og hevði hondina á seiansta skotinum hjá Noreg (Mynd: EPA)

Álopsspælið hjá Kroatia var effektivt fyrstu smáu tjúgu minuttirnar, har tað millum annað eydnaðist væl at spæla inn á strikuna, og ongir tekniskir feilir vóru. Sum fráleið eydnaðist norska verjuspælið betri, og hetta helt fram í 2. hálvleiki. Tá var Kroatia uttan Luka Cindric, ið als ikki var 100 prosent orsaka av skaðnum, ið hann fekk í millumumfarinum. Tí hekk nógv á Dunjak, ið eisini gjørdi sítt. Hjá Noreg var Eivind Tangen komin inn á høgra bakk, og hann skoraði nøkur góð mál, tá hann kom ein ímóti einum. Sagosen, ið framvegis gekk á odda, fekk eisini spælt Gøran Søgard Johannessen, sum kom við nógvari ferð mitt fyri, væl upp til skot í nøkrum førum. 

[object Object]
Dunjak kundi fegnast eftir eitt frálíkt persónligt avrik - bæði sum 1'ari í verjuni og sum spælskipari/vinstri bakkur í álopinum (Mynd: EPA)

Í einum førum kundu kroatar komið á 16-12, tá teir gjørdu skjótt av eftir ein norskan álopsfeil, men Torbjørn Bergerud bjargaði sera væl. Norski málverjin hevði fleiri ógvuliga góðar og umráðandi bjargingar í 2. hálvleiki, og ístaðin fyri fýra mál á muni, skoraði Noreg trý á rað. Seinastu áleið 40 minuttirnar av dystinum leikaði púra javnt á. Bæði liðini høvdu møguleikan at avgera dystin seinastu løtuna. Noreg brendi millum annað tvey brotskøst seinastu fimm minuttirnar, ið Asanin tók, men Jøndal, ið skeyt tað seinna gjørdi tað gott aftur, tí hann í seinasta minuttinum javnaði. Dunjak og Kroatia megnaði ikki at avgera í 7 móti 6 spælinum, og so varð neyðugt við longdari leiktíð.

[object Object]
Bergerud eftir eina av sínum frálíku bjargingum (Mynd: EPA)

Í teimum tíggju minuttunum skoraðu bæði liðini trý mál hvør. Tað seinasta stóð Dunjak fyri, og tað kom uppá brotskast í seinasta sekundi. Harvið var Noreg so tætt við sum gjørligt, men 2x5 minuttir skuldu leikast afturat. Har skoraði Kroatia aftur heilt ímóti endanum, og hetta gjørdist avgerandi málið. Tað var javnt eftir 75 minuttir, men seinastu fimm minuttirnar kom bert eitt mál. Seinasti hálvleikurin var merktur av trýstinum, ið leikararnir vóru undir og av møði, og fleir álopsfeilir vórðu gjørdir. Gøran Johannesen rakti málverjan og stongina, tá hann skeyt tjúgu sekund fyri tíð, Kroatia fór í álop, bólturin kom inn til strikuna Musa, ið sendi Kroatia í finaluna. 

[object Object]


[object Object]
Skilliga vóru kenslurnar heilt ymiskar eftir dramatiska dystin (Mynd: EPA)

Hann sá út til at vera í feltinum áðrenn hann fekk bóltin, men koratar kundu fegnast.: Fyrsta finaluluttøkan í tíggju ár var veruleiki, og framvegis livir møguleikin hjá liðnum hjá Lino Cervar um fyrsta EM-gullið nakrantíð. Noreg hevði frammanundan vunnið allar dystirnar í endaspælinum men gjørdi ov nógv mistøk í kvøld og manglaði teir seinastu marginalarnar til at koma í finaluna. Millum annað kundi norðmenn fýra ferðir lagt seg á odda seinastu fimm minuttirnar í einum ótrúligum hondbóltsdysti.

EM-hálvfinalur
24.januar - Tele2 Arena, Stokkhólm
Noreg - Kroatia 28-29 (23-23 e.v.l)

Toppskjúttar: Sander Sagosen 10 mál, Domagoj Duvnjak 8 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder