Fyri einari viku síðani gjørdist Kroatia nummar tvey í HM í fótbólti. Men ikki allir landsliðsleikarar hava feirað silvurmedaljuna.
AC Milan-leikarin, Nikola Kalinic fær onga silvurmedalju.
Hóast hann var millum teirra, ið fóru við til Russlands, varð hann koyrdur heim aftaná fyrsta dystin.
Kalinic byrjaði á bonkinum í dystinum móti Nigeria, men tá landsliðsvenjarin, Zlato Dalic vildi hava hann inn á vøllin, noktaði hann, tí hann hevði ilt í rygginum.
Kortini fekk hann bjóðað eina silvurmedalju, men Kalinic hevur takkað nei.
"Eg takki fyri medaljuna, men eg spældi ikki í Russlandi," segði Kalinic, sambært TV2.
Í ár varð fyrstu ferð, at kroatiska fótbóltslandsliðið hevði vunnið seg pláss í einari HM-finalu. Tó megnaði Kroatia at enda á einum 3. plássi í 1998.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald