Klokkan 19 í kvøld verður bríkslað í gongd í Andorra, har føroyska U21-landsliðið seinastu dagarnar hevur fyrireika seg til fjórða dystin í EM-undankappingarbólki G
Bólkur G
1. Portugal 9 stig (3 dystir)
2. Grikkaland 5 stig (3 dystir)
3. Kroatia 4 stig (2 dystir)
4. Føroyar 4 stig (3 dystir)
5. Hvítarussland 3 stig (6 dystir)
6. Andorra 3 stig (5 dystir)
Sum tað sæst, so er tað nakað ymiskt, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt higartil. Føroyar hava staðið seg væl. Leikliga avrikið og eisini úrslitið á heimavølli móti Andorra er helst tað minst jaliga, og nakað sum vónbrot var um í hópinum.
Hetta er tó eitt meira tekniskt Andorra-lið, ið mun til hvat vit kenna frá A-landsliðnum. Lagt er eisini upp til tættan dyst í kvøld. Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar, sum higartil hava skorað minst tvey mál í hvørjum dysti, sum ein heilt lítlan favoritt.
Les eisini: Eyðun Klakstein: - Nú fara vit eftir góða úrslitinum í Andorra
Um tað eydnast at vinna í kvøld, so kunnu Føroyar fyribils av álvara blanda seg í stríðnum um 2. plássið. Hetta gevur atgongd til EM-endaspælið. Fleiri tyngri uppgávur eru tó á skránni seinni. Í kvøld spælir Grikkaland í Portugal, og Kroatia tekur ímóti Hvítarusslandi
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava havt góða tíð at fyrireika liðið, sum er fullmannað, fyriuttan Samuel Johansn Chukwudi og Martin Agnarsson, ið framvegis eru skaðadarvaðir.
![]()
Teir fyrstu ellivu í fyrra dystinum móti Andorra. Í mun til tá, verður helst bert Martin Agnarsson (nr.17) ikki millum teir í kvøld - Ási Dam verður á vinstra bakki (Mynd: Sverri Egholm)
Rás 1 hjá Televarpinum vísir dystin, sum byrjar klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald