Annað

Kurvabóltsvestar hjá Obama og Jordan seldir fyri methøga upphædd

Á uppboðssølu í Los Angeles fóru vestarnir hjá NBA stjørnuni Michael Jordan og fyrrverandi amerikanska forsetanum Barack Obama fyri ávikavíst 1,9 og 1,1 mió. krónur.

Mynd: AFP

Mynd: AFP

2020-12-05 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vórðu tveir kurvabóltsvestar seldir fyri methøga upphædd á uppboðssølu í amerikanska býnum Los Angeles. Tað skrivar BBC.

Talan var um ein vest, sum NBA stjørnan, Michael Jordan hevði spælt í, og ein, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, hevði spælt í. 

Michael Jordan var í vestinum, tá hann skrivaði undir sáttmála við Chicago Bulls í 1984. Hann varð seldur fyri 320.000 dollarar, ið svarar til meira enn 1,9 mió. í okkara krónum. Gamla metið var 288.000 dollarar (1,7 mió. krónur), sum ein annar Michael Jordan vestur varð seldur fyri í juli.

Vesturin hjá Obama er frá miðnámsskúlaárum hansara, tá fyrrverandi forsetin spældi kurvabólt fyri Punahou skúlan í Honolulu. Tað var í 1970unum.

Vesturin hjá Obama varð seldur fyri 192.000 dollarar, ið er 1,1 mió. í okkara krónum. Hóast hendan upphæddin er væl minni enn tann upphæddin, sum vesturin hjá Michael Jordan varð seldur fyri, er talan framvegis um eina methøga upphædd fyri ein miðnámsskúlavest. Í fjør varð en annar vestur frá miðnámsskúlatíðini hjá Obama eisini seld fyri 120.000 dollarar, sum svarar til góðar 737.000 krónur.

Bæði vesturin hjá Michael Jordan og Obama vóru nummar 23.

Á uppboðssøluni fríggjadagin var eisini ein troyggja hjá amerikanska fótbóltsleikaranum Colin Kaepernick. Hann var qarterback hjá San Francisco 49ers, og í 2016 vakti hann ans, tá hann fór niður á knæ, meðan tjóðsangurin varð spældur. Hetta gjørdi hann fyri at mótmæla harðskap móti littum í USA.

Troyggjan hjá Colin Kaepernick varð seld fyri 128.000 dollarar, ið er góðar 786.000 krónur. Eisini her er talan um methøga upphædd fyri eina NFL troyggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder