Føroyska mansliðið í kurvabólti er komið eitt fet víðari í síni menning. Tað er nú greitt eftir at okkara menn eru lidnir við sínar innleiðandi dystir.
Greitt var frammanundan, at Føroyar ikki fóru at megna at gera tað stóra móti Saaremaa, og dysturin í dag endaði eisini 88-55 til estisku oynna.
Men føryingarnir fingu uppreisn eftir vónbrotið móti Isle of Wight sunnudagin, tá Føroyar í gjár vunnu 69-57 á Ynys Mon.
Sí eisini:
Myndir: Tapra tapið móti Isle of Wight
Innleiðandi umførini eru ikki liðug enn, so enn er ikki greitt, hvussu Føroyar enda, og hvørjum vit skulu møta í komandi plaseringsdystum.
Kvinnurnar við á fyrsta sinni
Kvinnurnar, sum vóru við á oyggjaleikunum taptu báðar sínar innleiðandi dystir, og endaðu niðast í A-bólkinum.
Tær spældu fyrst 19-45 móti Manoy og síðan 28-55 móti Guernsey.
Føroyar skulu harvið spæla um 5/6. plássið í morgin. Tað verður móti kvinnunum av Jersey, sum eisini taptu báðar sínar dystir. Jersey tapti størri enn Føroyar, fyrst 34-80 móti Caymanoyggjum og síðan heili 13-140 móti Menorca.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald