Trier, Portalurin: Nakað yvir middag í dag kom føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti upp á pláss í týska býnum Trier, her kvinnurnar skulu spæla tríggjar spennandi HM-dystir hesa vikuna.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt A-landslið skal spæla HM-kapping.
Fyrsti dysturin verður mikudagin móti Montenegro. Montenegro vitjaðu við Tjarnir í oktober, og vunnu tá 32-26 í einum undandysti til EM-kappingina um eitt ár. So føroysku kvinnurnar skulu rokna við harðari mótstøðu í sínum fyrsta HM-endaspælsdysti.
Kvinnurnar fóru av landinum við Atlantsflogi úr Vágum tíðliga í morgun, beinleiðis til Luksemburg, sum er nærmasta altjóða flogvøllurin hjá Trier. Trier, sum er sagdur at vera elsti býur í Týsklandi, liggur heilt vestur móti markinum til Luksemburg. Busstúrurin av flogvøllinum í Luksemburg til Trier, tók millum 40 og 50 minuttir at koyra.
Landsliðið búgva á einum hotelli, sum liggur skamt frá høllini Trier Arena, ella SWT Arena, har dystirnir verða spældir hesa vikuna. Fjepparar og onnur, sum eru komin til Trier at fylgja landsliðnum hesa vikuna, búgva á hotellum í Trier miðbýi.
Landsliðsleikararnir brúka dagin í dag til at koma upp á pláss, seint seinnapartin verður nakað av fitnessvenjing, og í kvøld savnast lið og venjarar til fundar.
Í morgin hevur landsliðið bjóðað til tíðindafundar fyrrapartin áðrenn farið verður í høllina at hava eina venjing.
Portalurin fer hesa vikuna at fylgja landsliðnum til dystir og venjing við myndum og videosamrøðum. Vit vera eisini til staðar á tíðindafundinum, og verða eisini partur av sendingini, sum verður á FM1 klokkan 11 í morgin, tá sent verður beinleiðis frá tíðindafundinum við samrøðum.
FM1 fer at hava beinleiðis sending úr Trier hvønn dag. Teir fyrstu dagarnar verður sent klokkan 11. Sunnudagin verður beinleiðis sendingin út á seinnapartin, tí dysturin tann dagin – tann seinasti í innleiðandi bólkaumfarinum – verður ímóti Paraguai, sum eisini verður avgerandi fyri, um Føroyar sleppa víðari til miðumfarið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald