Hondbóltur

Kvinnulandsliðini hava havt felagsvenjing

A-landsliðið, U18 og U16 vóru savnaði í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2020-05-27 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbólturin er so smátt byrjaður aftur eftr korona-steðgin. Fleiri av feløgunum eru byrjaði at venja aftur, og fleiri av landsliðunum hava eisini verið savnaði.

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandi Føroya skrivar, at liðini høvdu tvær venjingar saman, vóru til fyrilestur um ítróttarskaðar, sum serliga raka kvinnur, og ótu eisini ein máltíð saman. Hugsanin handan dagin var at samansjóða kvinnulandsliðini, venjararnar og tað var ein liður í at skapa ein reyðan tráð millum liðini. 

EM-undankappingin hjá kvinnunum er av, og Águst Jóhansson og Sophus Dal-Christiansen eru ikki longur í sessinum. Restin av 2020 er óvist, eisini fyri yngri landsliðini, og alt dystar-og kappingarvirksemi í summar er avlýst. Tó eru liðini nú byrjaði at fyrireika seg til komandi uppgávurnar, sum vónandi byrja í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder