Hondbóltur

Kvinnurnar og menninir hjá H71 vunnu steypakappingina annað árið á rað

Tað gjørdist ógvuliga dramatiskt, tá menninir úr Hoyvík í kvøld bastu Neistanum. Longd leiktíð og eitt brotskast skuldi til.

Djóni Joensen, her í gjøgnumbroti, avgjørdi finaluna við sínum fjórða brotskasti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Djóni Joensen, her í gjøgnumbroti, avgjørdi finaluna við sínum fjórða brotskasti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-20 22:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í kvinnufinaluni beint frammanundan, bendi lítið fyrstu løtuna á, at tað skuldi verða heilt spennandi. Neistin skoraði ikki fyrstu sjey minuttirnar, gjørdu nakrar tekniskar villur, og næstan beint áðrenn hallarurið vísti 10.00 var 5-1. Teir í bláum fingu tó skjótt álopið at koyra, 5-1 verjan eydnaðist væl, Bence Gödor byrjaði veruliga at fáa fatur á skjúttunum, og bert tíggju minuttir seinni var javnt. Neistin fekk eisini tvey-máls leiðslu, áðrenn H71-maskinan fór í gongd aftur, Jacob Thomsen fekk nakrar bjargingar, og endaspurturin hjá hoyvíkingum var heilt góður. 

Verjurnar stóðu sterkast í myndini fyrsta góða partin av 2. hálvleiki, og serliga var tað H71, ið hevði trupult við at skora - fyrstu 18 minuttirnar fingu teir bert fimm mál. Tá steypavinnararnir spældu seg ígjøgnum - serliga við hjálp av sjey ímóti seks spælinum - stóð ungarski Bence Gödor fyri. Heili 18 bjargingar hevði málverjin í dystinum; fleiri vóru heilt stórar og komu í týðandi løtum.

[object Object]
Gödor - sum so ofta - í stórum stíli

H71 lá til at vinna, me tað var ógvuliga javnt, og tað eydnaðist Neistanum at koma í longda leiktíð. Har byrjaðu hoyvíkingar betri, millum annað dagsins leikari Peter Krogh tók ábyrgd, og tá Karl Martin Olsen fekk eina útvísing - eina av teimum heilt fáu í dystunum - lá tað av álvara til H71. Tað gjørdist tó spenanndi til allarseinastas sekund. Tað var 25-25, tá H71 fór í álop, og tað endaði við brotskasti, tá 12 sekund vóru eftir. Har var Djóni Gaard Joensen ísakaldur yvirfyri Bence,, og so var H71 steypavinnari annað árið á rað - fyri triðju ferð uppá fýra ár. Hoyvíksingar stórfegnaðust, og allir áskoðarar fingu eina sera inntensa og spennandi finalu. 

Sí eisini: 
Djóni: Eyka góð føðingardagsgáva til H71
Myndir: Hoyvikingar vunnu eisini hjá monnunum


Faxe Kondi finalan hjá kvinnum 
Høllin á Hálsi 20.02
H71 - Neistin  H71 - Neistin 26-25 (22-22 eftir vanliga leiktíð)

Dystargongdin 
5 min: 3-0
10 min: 5-2
15 min: 7-6
20 min: 8-8
25 min: 9-11
30 min: 13-11
35 min: 13-13
40 min: 16-14
45 min: 17-17
50 min: 19-19
55 min: 20-19
65 min: 24-23

Málskjúttar: 
H71
Peter Krogh 7 
Djóni Gaard Joensen 6 (4)
Pætur Thomsen 5
Niklas Højgaard Hanusarson 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Baldur Gillason 1
Hallur Biskopstø 1

Neistin

Rasmus Søby 6 
Dánjal Ragnarsson 4
Pauli Høj 3
Julian Kragesteen 3
Jónsvein Dulavik 3
Hanus Árason 2
Tróndur Kragesteen 2
Karl Martin Olsen 1
Herbjørn Lava 1

Bjargingar:
H71: Jacob Thomsen 9, Ari Dam 8
Neistin: Bence Gödor 18

Útvísingar: 
H71 2, Neistin 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder