Hondbóltur

Kvinnurnar og menninir stríðast fyri uppflyting

Nú fá umfør eru eftir liggja fremstu liðini hjá ÍF Føroyum væl fyri til at flyta upp.

Fleiri av leikarunum hjá ÍF Føroyum hondbólti - liðini venja tvær ferðir um vikuna
(Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

Fleiri av leikarunum hjá ÍF Føroyum hondbólti - liðini venja tvær ferðir um vikuna (Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

2019-03-03 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið í hondbólti nærkast endanum her í Føroyum, og tað ger tað eisini í Danmark. Í ÍF Føroyum kappast besta kvinnuliðið og besta mansliðið um uppflyting.

Kvinnurnar eru í Serie 1. ÍF Føroyar er á 4. plássið og mangla at spæla fimm dystir. 1. plássið gevur beinleiðis uppflyting, og 2. plássið gevur ein uppflytingardyst ímóti liðið úr "kvalifikationsrækken". Liðini ið liggja nummar eitt og tvey eru trý stig frammafyri føroysku kvinnurnar, ið tó hava leikt tveir dystir færri.

Besta kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum hevur danskan venjara. Í hópinum eru leikarar sum Brynja Høj (Neistin) og Helga Eyðunsdóttir Kjærbo (VB), sum áður hava verið á landsliðnum. 

Besta mansliðið hevur góðan møguleika at koma upp í 3. División, ið er fjórðbesta deildin. ÍF Føroyar er á 2. plássið, ið eins og hjá kvinnunum hevur uppflytingnardyst við sær. Tað er bert eitt stig aftanfyri oddaliðið og trý stig niður til nummar trý, ið ÍF Føroyar vann á miðskeiðis í februar. Mennirnar hava fýra dystir eftir í "kvalifikationsrækken"

[object Object]
(Besta mansliðið eftir heimadyst fyri tveimum vikum síðani - Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

Leikararnir taka sær sjálvur av venjingini, har Andrias B. Sólsker (Kyndil) er oddamaður. Seinasti dysturin gjørdist málríkur, har ÍF Føroyar vann 34-32 á heimavølli. Vinstri vongurin Rasmus Müller, ið fyrr hevur umboðað Neistan, gjørdist toppskjútti við níggju málum.

Hetta vikuskifti høvdu bæði liðini frí, men tey skulu aftur í eldin komandi vikuskifti. Kappingarnar enda seinast í mars, og møguligir uppflytingardystir verða leiktir í apríl. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar Hondbóltur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder