Signe Pries Andersen tók við sum A-landsliðsvenjari í fjør, og hóast okkurt ljótt tap og vantandi stig í Nations League í fjør, hevur hon flutt Føroyar so mikið, at liðið fekk níggju stig í EM-undankappingini í ár.
Serliga var 2-1 sigurin á Montenegro á Tórsvølli í summar flottur.
Sáttmálin millum FSF og Signe Pries Andersen stendur at enda um tveir mánaðir, og soleiðis verður tað.
- Eftir gott hálvtannað ár í sessinum, eru FSF og Signe Pries Andersen vorðin samd um, at sáttmálin, sum gongur út við árslok, ikki verður longdur.
Soleiðis skrivaði Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu fyri lítlari løtu síðani. Tekniski stjórin, Pætur Smith Clementsen, staðfestir, at hetta als ikki er vegna avrikið hjá Signe Pries Andersen:
– Vit hava verið væl nøgd við tað arbeiði, sum Signe Pries Andersen hevur lagt í uppgávuna at virka sum føroyskur landsliðsvenjari, umframt ymiskt annað, ið hon hevur staðið fyri. Men nú skiljast vit í sátt og semju, og vilja ynskja henni alt tað besta framyvir.
Sjálv sigur Signe soleiðis við fsf.fo:
– Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, og eg vil ynskja FSF, kvinnulandsliðnum, føroyskum fótbólti, og øllum teimum mongu fryntligu fólkunum, sum eg havi møtt hesa tíðina, eg havi verið í Føroyum, alt tað besta.
38-ára gamla fyrivverandi yrkisspælarin kemur sostatt ikki aftur til Førorya. FSF fer beinanvegin í gongd at finna ein avloysara fyri hana, og " vónandi er ein loysn funnin áðrenn februar mánað komandi ár, tá næstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum er á skránni", endar FSF við.
Dagført: 17.11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald