Hondbóltur

Kvinnurnar spæla fyrru hálvfinalurnar í kvøld

Kyndil tekur ímóti vestmannakvinnum, og Neistin vitjar í Hoyvík.

Kyndil skal á heimavølli royna at skapa sær ein gott úttangsstøði til dystin í Vestmanna leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil skal á heimavølli royna at skapa sær ein gott úttangsstøði til dystin í Vestmanna leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-05 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki verður avgjørt í kvøld, men útgangsstøðið verður lagt. 

Greitt er, at tað ikki verða tey somu tvey liðini í finaluni sum tvey undanfarnu árini. Kyndil, ið hevur verið við trý tey seinastu árini og í fimm útav teimum seinastu seks finalunum, skal dystast við VÍF, sum hevur verið við í trimum av teimum seinastu fýra finalunum.

Í Hoyvík hittast tvey lið, ið hava heilt ymiska steypasøgu. H71 hevur ongantíð verið í finaluni - Neistin hevur vunnið steypakappingina heili 14 ferðir. Frá 2013 til og við 2017 vunnu tær í bláum úr Havn í finaluni á hvørjum ári.

Lagt eru upp til nakrar spennandi hálvfinalu. Vit hava myndir úr báðum hallunum í kvøld og taka samanum eftir dystirnar.

Faxe Kondi kappingin:
Hálvfinalur hjá kvinnum
Mikudagur 05.02.20  

18.00: Kyndil – VÍF (kvf.fo stroymir dystin)
20.00: H71 – Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder