Fótbóltur

Kvinnurnar spæla hálvfinalurnar leygardagin

KÍ og ÍVB hittast í Runavík, og NSÍ og B36 bresta saman á Eiði.

NSÍ vann eftir longda leiktíð í fjórðingsfinaluni á EBS/Skála, ið kærdi men ikki fekk viðhald. Nú er B36 fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ vann eftir longda leiktíð í fjórðingsfinaluni á EBS/Skála, ið kærdi men ikki fekk viðhald. Nú er B36 fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-11 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein nýggjur steypavinnari skal finnast hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt, tá ÍVB vann 1-0 á HB á Tórsvølli í fjórðingsfinaluni sunnudagin 1. november.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

ÍVB skal nú møta KÍ, sum vann trygt á AB/B71 á Sandi. Hesin dysturin verður leiktur í Runavík leygarkvøldið. Hóast felagsliðið kann veita KÍ trupulleikar, so er eingin ivi um, at føroyameistararnir eru favorittar at koma í finaluna.

NSÍ er í hálvfinaluni eftir 2-1 sigurin í longdari leiktíð á Skála, og eftir at EBS/Skála ikki fekk viðhald í kæruni um, at tað varð leikt 2x10 minuttir ístaðin fyri 2x15. 

Les meira: Kvinnurnar hjá NSÍ í halvfinaluni

[object Object]
NSÍ skal spæla hálvfinalu á Eiði, eftir at liðið sló júst EBS/Skála út í umstríddari fjórðingsfinalu (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er á ein hátt lagnunar speisemi, at NSÍ kann vinna seg í steypafinaluna við at vinna á Eiði, ið EBS/Skála eisini hevur nýtt sum heimavølli í ár. Vøllurin í Hólmanum verður mettur at verða tann best egnaði uttanveltaði, tá tað eru B36 og NSÍ, ið skulu hittast. B36 kom ikki í gongd beinanvegin í fjórðingsfinaluni í Sørvági men vann at enda stórt, og nú skal liðið hjá Súna Olsen royna at vinna seg í finaluna í einum dysti, ið kann gerast sera tættur.

Hálvfinalurnar
Leygardagin 14/11
13.30: B36 - NSÍ (Á Eiði)
17.00: KÍ - ÍVB (Í Runavík)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder