Kvinnulandsliðið er í hesum døgum savnað til teir báðar seinastu dystirnar í undankappingini til HM. Mótstøðuliðini hesaferð eru Ukraina og Skotland, sum í løtuni liggja á ávíkavist fjórða og øðrum plássi í bólki B.
Talan er um tvey sterk mótstøðulið, sum næstu dagarnar vitja á Tórsvølli.
Í kvøld klokkan 18 er tað Ukraina, sum er mótstøðulið. Úrtøkan í hesari hevur ikki verið nakað at reypa av. Vit liggja aftast í bólkinum við ongum stigi, og hava fleiri stórtap í skjáttuni. Størsta tapið var 12-0 móti Spania á útivølli.
Hinvegin hava okkara kvinnur megna at skora mál. Eitt móti Ungarn í 7-1 tapi á Tórsvølli, og eitt móti Skotlandi í 7-1 tapi í Glasgow.
Undan dystinum í kvøld skipa FSF og Skansin fyri fjepparatiltaki á parkeringsøkinum uttanfyri FSF húsið (No12) og Gundadalshøllina. Her verður andlitsmáling og møguleiki fyri at royna ymisk fótbóltsspøl, har til ber at vinna eina landsliðsblusu.
Televarpið stroymir dystin ókeypis á Rás1, og hann kann síggjast á tv.fo. Eisini hevur FM1 beinleiðis frásøgn av dystinum í útvarpinum og á midlar.fo.
Føroyar - Ukraina (Fríggjadagin klokkan 18)
Føroyar - Skotland (Týsdagin klokkan 18)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald