A-landsliðið við kvinnum hevur seinastu dagarnar verið á venjingarlegu í Aarhus, har tær millum annað hava spælt tveir venjingardystir móti donskum feløgum, ið báðir endaðu við sigri.
Fríggjadagin spældu Føroyar móti Søderjyske. Tann dysturin endaði 31-25. Durita Christophersen Jojic var toppskjútti við níggju málum, meðan Maria Halsdóttir Weyhe skeyt átta mál.
Leygardagin varð spælt móti Aarhus, og hesaferð gjørdist talan um fýra-máls sigur. Durita C. Joijic gjørdist aftur føroyskur toppskjútti - hesaferð við seks málum.
Fimm leikarar hava verið við A-landsliðnum á fyrsta sinni til hesa venjingarleguna. Talan eru um Guðrið á Borg og Maritu Mortensen út H71, Ingunn Kristinu Persson úr Neistanum, og Lív S. Poulsen og Rakul Wardum sum spæla í donskum hondbólti. 16 leikarar eru í hópinum.
Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum fram móti EM-undankappingini, ið byrjar í heyst. Í dag hevur landsliðshópurin seinastu venjingina, áðrenn farið verður hvør til sítt aftur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald