Fótbóltur

Kyndil er í FM-finaluni

Kyndilskvinnur lótu ongan iva verða um úrsliti í grannauppgerðini.

Tær hjá Kyndli kundu aftur fegnast eftir dyst móti Neistanum
(Mynd: Sverru Egholm/Savnsmynd)

Tær hjá Kyndli kundu aftur fegnast eftir dyst móti Neistanum (Mynd: Sverru Egholm/Savnsmynd)

2019-04-14 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistin hevur verið við í stríðnum um annað finaluplássi ógvuliga leingi, men um tær bláu úr Havn framhaldandi skuldu vera við undan seinasta umfari, so skuldi ein sigur til í grannauppgerðini í dag. Hetta kom liðið ongantíð heilt tætt uppá at gera, og Kyndil hevur spælt seg í FM-finaluni. 

Grøna liðið var omaná frá byrjan, og eftir 17 minuttir var 9-3. Neistin mentist tó ímóti endanum av hálvleikinum, og Kyndil hevði trupulleikar við at skora seinnu hálvu av 1. hálvleiki. Tí var munurin bert tvey mál í steðginum. Kyndil fekk tó rættað uppá nøkur ting, og miðskeiðis í 2. hálvleiki var munurin fimm mál, og so var ov tungt hjá Neistakvinnum.

Kyndil hevur vunnið allar fýra dystirnar á grannunum í ár - hetta var greitt tann tryggasti - og tá Kyndil nú er tvey stig frammanfyri Neistan, og bert eitt umfør eru eftir, so er stríðið um FM-plássi avgjørt. 

VÍF fer á vøllin móti Stjørnuni um eina løtu. VÍF og Kyndil skulu, eins og í fjør, spæla FM-finalu. 

Kyndil - Neistin 27-19 (11-9)

Toppskjúttar: Súna K. Hansen 8 mál, Marianna G. Eystberg 7 mál, Ingunn K. Persson 5 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder