Grundspælið í landskappingunum kemur at enda 30. mars. FM-kappingin er skipað so, at tvey tey fremstu liðini koma beinleiðis í hálvfinalurnar. Liðini sum enda nummar 3,4,5 og 6 skulu spæla fjórðingsfinalur (nummar 3 móti 6 og nummar 4 móti 5)
Hjá kvinnum gjørdist tað í gjárkvøldið greitt, at Kyndil fer at vinna grundspælið. Tær í grønum hava verið ógvuliga sterkar seinastu mánaðirnar og vunnu steypafinaluna á Neistanum í februar.
Júst Neistin tapti fyri VÍF í gjár (24-22 í Vestmanna), og harvið kann tað gerast heldur vandamikið fyri Neistan, í mun til 2. plássið. Tað eru H71 og StÍF, ið kunnu hótta hetta hálvfinaluplássið. Tey eru ávíkavist trý og fýra stig aftanfyri Neistan, men hava fýra dystir eftir hvør og bæði hava Neistan á skránni.
Skýggjamynd: HSF
Tað liggur framvegis til tær í bláum úr Havn, sum hava alt í egnum hondum, í mun til at sleppa undan fjórðingsfinalunum. VÍF vísti seg væl fram í gjár móti Neistanum og fer allarhelst at enda nummar fimm ella fýra. EB vann á Stjørnuni í lykladysti í Klaksvík sunnudagin og liggur nú til at taka seinasta fjórðingsfinalupláss.
Fjórðingsfinalurnar og hálvfinalur verða spældar eftir landsliðssteðgin fyrst í apríl. Síðani eru finalur - møguliga fimm í tali. Kyndil stendur í løtuni sum favorittur til taka FM. Við sigrinum í grundspælinum hevur liðið tryggjað sær rættin at spæla í Evropa næsta ár.
Dystirnir um vikuskifti - 19. umfar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald