Hondbóltur

Kyndil og H71 renna avstað

H71 var at enda omaná í Vestmanna, og Kyndil vann greitt í grannauppgerðini.

Kyndil vann í Høllini á Hálsi - VÍF megnaði ikki at fáa stig móti H71 (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil vann í Høllini á Hálsi - VÍF megnaði ikki at fáa stig móti H71 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-12 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í SMS-deildini vórðu leiktir í gjár. Tað vóru fýra tey ovastu liðini á stigatalvuni, sum hittust.

Hóast sigurin hjá Kyndli bert var við einum máli fleiri enn tann hjá H71, so var fitt av muni millum dystirnar.

Í grannauppgerðini í Høllini á Hálsi var munurin í hálvleikinum heili sjey mál. Tað gjørdist tó meira spennandi í 2. hálvleiki, tí Neistin nærkaðist. Tá smáir tíggju minuttir eftir varð støðan 22-19, men teir í bláum komu ikki nærri. Kyndil vann við fýra málum, og hevur vunnið níggju útav sínum 10 dystum.

Tann einasti dysturin, ið Kyndlakvinnur hava tapt, var í Vestmanna 1. november. Vestmannakvinnur spældu í gjárkvøldið ein tættan dyst móti H71. Tað var javnleikur í hálvleikinum, og fyrstu løtuna eftir steðgin skiftust liðini eisini um at skora. Í tveimum førum eftir hetta var VÍF á odda við tveimum, men so kom ein málturkur á níggju minuttir, har útiliðið kom á odda við trimum. Heimaliðið megnaði ikki at koma aftur, og tey bæðini stigini fóru við aftur til Hoyvíkar.

Dysturin í Vestmanna kann síggjast her

SMS-deildin 10. umfar
Í gjár - 11. november

VÍF - H71 28-31 (14-14)
Toppskjúttar: Agnas Olsen 11 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 10 mál

Neistin - Kyndil 21-25 (8-15)
Toppskjúttar: Marjun Danberg og Sólbjørt Høj (Neistin) 6 mál, Nadja Pejovic og Súna K. Hansen (Kyndil) 6 mál

1. Kyndil 18 stig *
2. H71 15 stig 
3. Neistin 12 stig
4. VÍF 8 stig

*Ein dyst fleiri

Í kvøld - 12. november

18.30: Stjørnan - StÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder