placeholder
Hondbóltur

Kyndil og VÍF tryggar sigrar

Steypakappingin hjá kvinnum varð í kvøld skotin í gongd. Kyndil vann 27-16 móti strandakvinnum og VÍF vann 31-17 móti næstbesta liðnum hjá H71.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-16 22:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kvinnurnar hava sett hol á steypakappingina í hondbólti. Tveir dystir vórðu leiktir í bólki 1 kvøld. Annar á Hálsi í Havn har Kyndil tók ímóti StÍF og hin í Vestmanna, har næstbesta liðið hjá H71 var á vitjan hjá VÍF.

Bæði Kyndil og VÍF vunnu sínar dystir trygt við ávikavist 11 og 14 málum.

Kyndil vann dystin móti StÍF 27-16. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til kyndilskvinnur. Toppskjútti hjá Kyndli var Nadia Pejovic við átta málum, og Haruka Gima gjørdist toppskjútti hjá strandakvinnum við fýra málum.

Sí myndir frá Kyndil-StÍF

Í Vestmanna vann VÍF 31-17 og har var støðan 15-7 í hálvleikinum. Við átta málum hvør gjørdust systrarnar Agnas og Ingibjørg Olsen toppskjúttar hjá VÍF. Anna á Steig gjørdist toppskjútti hjá H71 2 við níggju málum.

Úrslit
Kyndil - StÍF (27-16) 12-9
VÍF - H71 2 (31-17) 15-9

Soleiðis verður spælt í bólki 1
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 H71 2 – Kyndil
Mikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

Soleiðis verður spælt í bólki 2
Sunnudagur 17.01.21 kl. 14.00 Neistin – Stjørnan
Sunnudagur 17.01.21 kl. 14.00 H71 – VB
Leygardagur 23.01.21 kl. 18.00 Stjørnan – H71
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder