Við fýra máls sigri á Kyndli tann 17. februar í fjør tryggjaði VÍF sær sítt fyrsta steypagull síðani 2002. Hetta var ein stórur dagur fyri VÍF, og tað staðfesti, at kvinnuliðið í Vestmanna var aftur á toppinum, eftir at Kyndil og Neistin seinastu árini hava vunnið heiðrarnar.
VÍF vann eisini FM í fjør, og er greitt oddalið í løtuni. Um vestmannakvinnur megna at basa Kyndil aftur hesuferð, er tað ein staðfesting av, at VÍF í løtuni hevur ræðið á kvinnuhondbóltinum. Tær í gulum og bláum hava eitt roynt lið við nógvum dygdum á øllum plássum. Serliga er tað stinni málverjin, Viviann Petersen, og sterka bakketan við Duritu C. Jojic, Agnas Olsen og Liljuni Djurhuus, ið kunnu gerast avgerandi leygardagin.
Kyndil hevði eina torføra byrjan uppá kappingarárið. Liðið hevði mist Maju Dragoljubovic, ársins málverja tvey ár ár rað, til Neistan. Bjarta O. Johansen og Turið Arge Samuelsen vóru farnar av landinum og Marianna G. Eystberg var ikki við fyrstu tíðina. Nógv hekk tí á systrunum, Báru K. Hansen og Sunu K. Hansen umframt teimum ungu leikarunum. Men so kom Jovana Stranjanac at verja málið, og serbiski leikarin hevur staðið frálíka væl. Turið kom aftur úr Ìslandi, og Marianna kom afturat bakketuni, og Kyndil hevur viðgongd í løtuni.
Tær grønu úr Havn eru til reiðar at takast við VÍF. Í seinasta umfari í SMS-deildini áðrenn steypakappingin byrjaði, leiktu liðini ein sera tættan dyst í Vestmanna. VÍF vann dystin 26-25 við málið í seinastu sekundunum. Men tað var munur á frá fyrr í heyst, tá VÍF vann báðar dystirnar greitt ímóti Kyndli. Turið Arge Samuelsen slær fast, at í Kyndli eru tær troyttar at tapa tættar og avgerandi dystir ímóti VÍF, og at hesin møgleikin ikki skal fara framvið - nú skal tað verða hjá Kyndli.
Turið og Liljan Djurhuus vænta báðar eina ógvuliga tætta finalu og geva mótstøðuliðnum nógv rós. Liljan leggur dent, at verjuparturin kann fáa nógv at siga. Royndi leikarin ynskir veruliga at endurvinna steypði, ið hon staðfestir hevði nógv at siga fyri felagið og bygdina í fjør. Turið Arge sær fram til finaludagin, ið bæði hon og Liljan lýsa sum serstakan.
Les samrøðuna við Turið her
Les samrøðuna við Liljan her
Finalan hjá kvinnum í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum byrjar klokkan 13.30 leygardagin, og lagt er upp til ein spennandi dyst. Í morgin ber til at síggja tilfar um mansfinaluna, ið er grannaupperð ímillum Neistan og Kyndil, á Portalinum.
Hondbóltur
Kyndil skal løna VÍF ósigrarnar aftur
VÍF kann leygardagin staðfesta sítt tak á føroyskum kvinnuhondbólti. Lagt er upp til eina spennandi finalu, ið er endurtøka frá í fjør.
Tað kann gerast ógvuliga tætt í kvinnufinaluni leygardagin, har VÍF og Kyndil bresta saman. Í fjør var VÍF omaná, tá liðini hittust (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-02-21 17:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald