Hondbóltur

Kyndil vann oddadystin í SMS-deildini

Munurin í Hoyvík var tvey mál, og munurin í oddinum er nú tvey stig. Hoyvikingar vunnu mansdystin, og í Vestmanna vóru 14 mál frá Hans Eli Sigurbjørnssyni ikki nóg mikið.

Turið Arge gjørdist toppskjútti í Hoyvík við níggju málum (Mynd: Sverri Egholm)

Turið Arge gjørdist toppskjútti í Hoyvík við níggju málum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-22 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í fremstu hondbóltsdeildunum vórðu leiktir í gjárkvøldið.

Tveir av teimum vóru í Hoyvík. Fyrst var talan um ein oddadyst í SMS-deildini. H71 og Kyndil høvdu fult stigatal undan dystinum - í gjár vóru tað kyndilskvinnur, ið drógu longra stáðið í tætta dystinum. Serliga var tað fyrstu tíggju minuttirnir í 2. hálvleiki, ið gjørdu munin, og Turið Arge gekk á odda við níggju málum.

Í mansdystinum var botnliðið Kyndil á odda í hálvleikinum, men í 2. hálvleiki skoraðu teir grønu bert átta mál, og H71 tók yvir. 

Í Vestmanna var VÍF omaná so at siga allan dystin, hóast nummar 17 hjá KÍF sannliga gjørdi sítt.

SMS-deildin
21.10

H71 - Kyndil 22-24 (14-13)
Toppskjúttar: Turið Arge 9 mál, Bára K. Hansen 7 mál, Sunniva Bogadóttir 6 mál

Í kvøld - 22.10
(18.30): Stjørnan - Neistin

Støðan:
Kyndil 12 stig (6 dystir)
H71 10 stig (6 dystir)
Neistin 6 stig (5 dystir)
StÍF 4 stig (6 dystir)
VÍF 4 stig (5 dystir)
VB 2 stig (5 dystir)
Stjørnan 0 stig (5 dystir)

Burn-deildin
21.10

H71 - Kyndil 30-22 (11-12)
Toppskjúttar: Pætur Thomsen 8 mál, Peter Krogh 7 mál, David Edvardsen 7 mál

VÍF - KÍF 31-26 (15-12)
Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson 14 mál, Filip Jojic 6 mál

Støðan: 
Neistin 10 stig (6 dystir)
H71 9 stig (6 dystir)
VÍF 9 stig (6 dystir)
KÍF 6 stig (7 dystir)
Team Klaksvík 4 stig (5 dystir)
StÍF 4 stig (7 dystir)
Kyndil 2 stig (6 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder