Hondbóltur

Kyndil vann trygt á Neistanum

Fyrra semifinalan endaði 24-21 til teir grønu.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-22 07:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eisini í hinari FM-hálvfinaluni í manshondbólti gjørdist talan um ein tryggan vinnara, tá samanum kom.

Havnarliðini Kyndil og Neistin brustu saman í Stórhøllini á Hálsi í gjárkvøldið, og úrslitið gjørdist at Kyndil vann dystin lutfalsliga trygt við 24 málum móti 21.

Fyrri hálvleikur var javnur við skiftandi leiðslum, og tá bríkslað var til hálvleiks, var Neistin frammanfyri 13-12.

Men í øðrum hálvleiki fekk Kyndil meira tak á dystin og lá fyri tað mesta omaná. Beint fyri leiklok hevði Kyndil eina fimm-máls leiðslu áðrenn Neistin í seinastu minuttunum fekk pyntað um úrslitið til 24-21.

Toppskorarar hjá Kyndli vóru Hjalti Mohr Jacobsen og David Edvardsen, sum báðir skutu seks mál. Hjá Neistanum vóru tað Tróndur Kragesteen og Rasmus Søby, sum eisini skutu seks mál.

Sostatt eru tað Kyndil og VÍF, sum liggja betur fyri undan seinnu FM-semifinalunum, sum verða spældar sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder