Tveir dystir í SMS-deildini vórðu leiktir í kvøld. Tað sum var uppá spæl, var stríðið um 2. plássið, ið gevur atgongd til FM-finalunar. Serliga í Høllini á Hálsi var nógv uppá spæl, tí har hittust Kyndil og H71, ið bæði eru við í stríðnum.
VÍF er greitt oddalið og er á veg í finaluna aftur. Í gjár vunnu vestmannakvinnur við heili 25 málum. Í kvøld var munurin í Høllini á Hálsi minni. Tað var javnt frá byrjan, men nakað fyri hálvleik stungu hoyvíkskvinnur seg framum, og vóru á odda við tveimum málum á steðginum.
Hjá H71 gekk Marita Mortensen á odda. Bakspælarin skoraði 10 mál, men Marianna G. Eystberg hjá Kyndli hevði ein uppaftur betri dag. Hon skoraði níggju Kyndla-mál á rað í 2. hálvleiki, og Marianna var harvið mest týdningarmikla orsøkin til, at tær í grønum tóku leiðsluna miðskeiðis í hálvleikinum og at Kyndil fekk bæði stigini. Við fimm málum á rað, fýra frá Marionnu, dró Kyndil frá og liggur harvið sera væl fyri nú í stríðnum um finalupláss.
Í Klaksvík útførdi Neistin eitt gott arbeiði. Stjørnan hevði torført við at skora í 1. hálvleiki, og tær bláu úr Havn høvdu eina trygga leiðslu í hálvleikinum. Heimaliðið kom betri við, tá Neistin hevði trupulleikar við at skora. Sigurin kom tó ongantíð av álvara í vanda, og 2. plássið liggur framvegis hjá Neistanum.
Stjørnan – Neistin 20-24 (9-17)
Toppskjúttar: Mina Lava Sirdal og Sonja Lava Sirdal 6 mál, Stina Madsen 6 mál
Kyndil – H71 30-26 (12-14)
Toppskjúttar: Marianna G. Eystberg 14 mál, Marita Mortensen 10 mál
Í gjár: VÍF – StÍF 41-16 (25-9)
Støðan:
VÍF 26 (15 dystir)
Neistin 19 (15 dystir)
Kyndil 17 (14 dystir)
H71 16 (15 dystir)
Stjørnan 9 (13 dystir)
StÍF 1 (15 dystir)
Hondbóltur
Kyndil vann týdningarmiklu uppgerðina
Marianna Eystberg var flúgvandi, tá Kyndil basti H71 og kom harvið framum á stigatalvuni. Neistin vann í Klaksvík og verður verandi einsamalt á 2. plássi.
Kyndil, og serliga Marianna G. Eystberg, høvdu gott tak á H71 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2019-03-14 20:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald