Í gjár var stórt hondbóltsdrama í Bratislava. Fyrst høvdu spaniólar ógvuliga ilt við at koppa Pólland, men tvífaldu evropameistararnir vunnu við einum máli og spældi seg harvið í hálvfinaluni.
Úrslitið merkti eisini, at Svøríki og Noreg í gjárkvøldið høvdu beinleiðis tvídyst um hitt plássið í bólkinum, ið gevur atgongumerki til hálvfinaluna. Noreg kundi standa seg við javnleiki og var í hálvleikinum á odda við fimm málum, men við einum framúr seinna hálvleiki - og serliga seinastu minuttunum - stríddu sviar seg í hálvfinaluna.
Sander Sagosen og hinir norðmenninir vóru leingi omaná, men tá samanumkom kundu sviar stórfegnast (Myndir: EPA)
Í dag fellur avgerðin í hinum bólkinum í høvuðsumfarinum, har annað plássið er uppá spæl. Danmark er víðari - heimsmeistararnir hava higartil vunnu allar dystirnar í endaspælinum. Slagið stendur millum Frakland og Ísland. Setningurin hjá Ísland er greiður: Íslendingar skulu vinna á Montengro í dystinum, sum byrjar klokkan 14.30, og so skal hjálp til frá Danmark í kvøld - íslendska málverjuhetjan í dystinum móti Fraklandi leygarkvøldið hevur eisini skrivað til liðfelagan í GOG og biðið um hjálp, men Mathias Gidsel fær ikki lovað, at hann spælur, tí Nikolaj Jacobsen fer at spara nakað - Danmark skal spæla hálvfinalu um tveir dagar.
Tað var eitt ógvuliga skert íslendskt lið, ið óvæntað vann greitt á OL-vinnarunum leygardagin. Átta leikarar vóru úti vegna koronu, men góðu tíðindini i dag eru, at Aron Pálmarsson, Bjarki Már Elísson og Elvar Örn Jónsson. Tað eru ávíkavist best bakkurin (og leikarin), besti vongurin og besti spælskiparin í íslendska hópinum, og teir skulu royna at vera við til at Ísland ger sítt - liðið tapti fyri Kroatia mánadagin og er harvið í hesari støðuni.
Orsakað av sigrinum á Fraklandi, so er Ísland betri innanhýsis, men fraklendingar hava alt at spæla fyri móti Danmark í kvøld. Danir hava hinvegin einki uttan fyrsta plássið í bólkinum, og danska venjarin hevur gjørt greitt, at tað at halda leikarar heilt frískar vigar meira enn fyrsta plássið í bólkinum. Harvið er óvist, um leikarar sum Niklas Landin, Mikkel Hansen, Mathias Gidsel, Lasse Svan og Rasmus Lauge vera at síggja á vøllinum í kvøld, og um so er; í hvussu stóran mun. Danski hópurin er tó so mikið sterkur, at Frakland allarhelst í minsta lagi fær góða mótsstøðu.
Bólkur 2
4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 26.01:
Støðan:
Danmark 8 stig
Frakland 6 stig
Ísland 4 stig
Niðurlond 2 stig
Montenegro 2 stig
Kroatia 2 stig
-Víðari
- Møguleika at koma víðari
Dystarskráin:
14.30: Ísland - Montenegro
17.00: Kroatia - Holland
19.30: Danmark - Frakland
Í gjár - týsdagin 25.01:
Pólland - Spania 28-29
Týskland - Russland 30-29
Svøríki - Noreg 24-23
Støðan:
Spania 8 stig
Svøríki 8 stig
Noreg 6 stig
Týskland 4 stig
Russland 3 stig
Pólland 1 stig
- Víðari til hálvfinalurnar
Alt kann síggjast á rásunum hjá TV2, umframt TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald