Seinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League fer av bakkstokki í kvøld klokkan 17.45.
Tá eru seinastu dystirnir í bólki B á skránni. Har er næstan alt avgjørt: Arsenal hevur vunnið bólkin, og oddaliðið í Niðurlondum, PSV, fer víðari sum nummar tvey. Spurningurin er bara, um Sevilla megnar at enda nummar trý og harvið sleppur at spæla í Europa League eftir jól. Spanska felagið hevur kappingina heili sjey ferðir.
Bólkur B:
1. Arsenal 12 stig *
2. PSV 8 stig *
3. Lens 5 stig
4. Sevilla 2 stig
*Eru víðari - tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari
17.45:
Lens - Sevilla
PSV - Arsenal
Stóri spenningurin verður seinni í kvøld, og verður hann serliga í bólki A og bólki C. Í síðstnevnda er innanhýsis uppgerð millum Napoli og Braga um 2. plássið. Real Madrid hevur fult stigatal og vinnur bólkin. Napoli kann koma víðari við javnleiki ella sigri í heimadystinum í kvøld.
Bólkur C:
1. Real Madrid 15 stig *
2. Napoli 7 stig
3. Braga 4 stig
4. Union Berlin 2 stig
*Er víðari - tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari
20.00:
Napoli - Braga
Union Berlin - Real Madrid
Bayern München er tryggur eitt'ari í bólki A, men stríðið um 2. plássið er hart.
Bólkur A:
1. Bayern München 13 stig *
2. FCK 5 stig
3. Galatasaray 5 stig
4. Manchester United 4 stig
*Er víðari - tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari
20.00:
Manchester United - Bayern München
FCK - Galatasaray
Spurningurin er, hvussu nógv Bayern fer at spara, og hvørt tað yvirhøvur hevur týdning móti einum ógvuliga svingandi United-liði. Liðið hjá ten Hag hevur søplað nógv stig burtur í ár, og at enda aftast í bólkinum hevði verið enn eitt lágt punkt.
United skal vinna fyri at hava møguleika at koma víðari. Tað kann vera nóg mikið hjá Neestrup og hansara monnum við javnleiki - í so fall skal Bayern hjálpa til. FCK kann tó bara avgerða alt við at vinna á Galatasary. Tað fer helst at kóka í Parkini allan vegin, nú danska høvuðsstaðarfelagið hevur møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í størstu kappingini fyri lið á øðrum sinni. Turkiska mótsstøðuliðið hevur alt í egnum hondum eisini.
United var á odda 2-0 í Parkini, men tað endaði 4-3. Hetta er helst lyklaúrslitið higartil í stríðnum um 2. plássið (Mynd: EPA)
Í bólki D - seinasta bólkinum sum er á skránni í kvøld - spæla Real Sociedad og Inter Milan um 1. plássið í bólkinum. Salzburg og Benfica spæla um at enda á 3. plássi og harvið koma yvir í Europa League.
Bólkur D:
1. Real Sociedad 11 stig
2. Inter Milan 11 stig
3. RB Salzburg 4 stig
4. Benfica 1 stig
20.00:
Inter Milan - Real Sociedad
RB Salzburg - Benfica
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald