Fótbóltur

Lagnustund hjá skandinaviskum meistarum

Bæði Bodø/Glimt og FCK vunnu við einum máli á heimavølli í síðstu viku, men í seinnu dystunum er talan um torførar útiuppgávur. Trý lið spældu seg í Champions League-bólkaspælið í gjár, og avgerðin um tey síðstu trý plássini fellur í kvøld.

FCK vann 2-1 á Trabzonspor í Parkini - spurningurin er so, um talan verður um Champions League ella Europea League-bólkaspæl hjá

FCK vann 2-1 á Trabzonspor í Parkini - spurningurin er so, um talan verður um Champions League ella Europea League-bólkaspæl hjá "leyvunum"

2022-08-24 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Benfica, Maccabi Haifa og Viktoria Plzen.

Hjá hesum trimum feløgunum var talan um fagnaðarstund í gjárkvøldið, tá tað eydnaðist at spæla seg víðari í Champions League-bólkaspælið

Benfica gjørdi arbeiði liðugt við enn einum sannførandi avrikið í kappingini. Tað endaði 3-0, tá Dynamo Kiev vitjaði, og samanlagt var talan um 5-0 sigur til portugisiska liðið, ið sum vanligt er í Champions League-bólkaspælinum.

Reyða Stjørna var á odda 2-0 í sínum heimadysti, men Maccabi Haifa minkaði um munin, og javnaði samanlagt, beint fyri steðgin. Tað var leingi á veg móti longdari leiktíð í Beograd, men í 89. minutti fekk Haifa fríspark, ið endaði við einum sjálvmáli. Harvið er ísraelska meistaraliðið, sum sló HB út úr Conference League í fjør - men tapti á Tórsvølli - víðari eftir stórt drama

Kekkiska meistaraliðið, Viktoria Plzen, spældi seg eisini víðari og skal nú spæla í sínum fjórða Champions League-bólkaspæli. Tað var tó Qarabag, ið legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men tvey mál frá heimaliðnum í seinna hálvleiki tryggjaðu ein 2-1 sigur, og hetta varð eisini samanlagda úrslitið. Áleyparin Jan Kliment gjørdist stóra hetjan við málinum í 73. minutti.

Champions League Play-off
Í gjár - Týsdagin 23.08

Viktoria Plzen - Qarabag 2-1  (2-1 samanlagt)
Benfica - Dynamo Kiev 3-0 (5-0 samanlagt)
Reyða Stjørna - Maccabi Haifa 2-2 (4-5 samanlagt)


Ì kvøld - mikukvøldið 24.08

Trabzonspor - FCK (1-2) 
Dinamo Zagreb - Bodø/Glimt (0-1) 
PSV - Rangers (2-2)

Allir dystirnir byrja klokkan 20.00

Tað er møguligt, at tvey norðurlendsk lið verða at síggja í bólkaspælinum í heyst. FCK og Bodø/Glimt vunnu sær fyrimun í síðstu viku; bæði spældu á heimavølli og bæði vunnu við einum máli.

Í dystunum í kvøld eru Trabzonspor og Dinamo Zagreb, ið bæði eru ógvuliga sterk á heimavølli, favorittar. So er spurningurin um skandinavisku liðini megna at standa ímóti trýstinum á vøllinum og frá áskoðaraplássinum. Serliga í Trabzon kann væntast, at heimáskoðarnir fara at gera mun - í nátt vóru FCK-leikararnir órógvaðir av gistingarhúsinum, tí so nógvir fjepparar hjá turkisku meistarunum larmaðu uttanfyri.

Hjá FCK kann talan gerast um fimta Champions League-bólkaspælið í søguni. Seinastu árini hevur tað verið nógv meira vanligt hjá donskum liðum at vera millu mtey síðstu 32 enn hjá norskum. Eftir seinastu luttøkuna hjá Rosenborg higartil, fyri fimtan árum síðani, hevur norska deildin ikki verið umboðað millum tey allarfínastu. Hetta hevur Bodø/Glimt, ið ongantíð hevur rokkið einum Champions League-bólkaspælið, møguleika at broyta í kroatiska høvuðsstaðnum í kvøld við javnleiki ella betri úrslitið. 

Liðini sum tapa samanlagt fara í bólkaspælið í Europa League, ið eisini er ein stórur pallur, men ógvuliga nógvur heiður peningur er uppá spæl í kvøld. Eitt Champions League bólkaspæl gevur 90 milliónir krónur fleiri í sær sjálvum, og so er vinningurin, sum er at fáa fyri javnleikir og sigrar, umframt sjónvarpsrættindi, nógv hægri enn hann er í Europa League.

Dystirnir kunnu síggjast á Viaplay og á TV3 kanalunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder