Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í dag.
Les eisini: Liverpool og Arsenal hava fult stigatal
Sheffield United, ið av teimum flestað verður roknaður sum ein trygur niðurflytari, hevur fingið eina frálíka byrjan uppá tilveruna í Premier League. Liðið fekk javnleik á útivølli ímóti Bournemouth seinasta vikuskifti, og í dag eydnaðist tað at basa Crystal Palace við málið beint eftir stegðin.
Chelsea spældi eina góða Super Cup-finalu ímóti Liverpool í Istanbul mikudagin. Tað endaði tó við tapi í brotssparkskapping, og Premier League byrjaði heilt illa við 4-0 tapi á Old Trafford seinasta sunnudagin. Í dag legði Chelsea hart út, og longu eftir 7 minuttir vann Mount bóltin av Ndidi, og skoraði trygt í sínum fyrsta heimadysti fyri fyrsta liðið í Chelsea-búnanum.
(Mason Mount setti Chelsea í gongd á Stamford Brigde - Mynd: EPA)
Hetta var eisini fyrsti heimadysturin við Frank Lampard á odda, og fyrrverandi stjørnan á miðvøllinum fekk eisini eina frálíka móttøku av áskoðarum. Hann fekk tó ikki nakað frálíkt úrsit. Leicester mentist sum dysturin leið, og javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki eftir hornaspark. Síðani var dysturin púra opin, men útiliðið var nærri við at leggja seg á odda. Harvið er Chelsea longu nakað aftanfyri hini "topp-seks liðini"
Í morgin hevur United møguleikan at koma uppá seks stig. Uppgávan ímóti Wolverhampton verður tó ógvuliga trupul.
Premier League, 2. umfar
Sunnudagin, 18. august
Sheffield United - Crystal Palace 1-0 (0-0)
47' John Lundstram 1-0
Chelsea - Leicester 1-1 (1-0)
7' Mason Mount 1-0
67' Wilfried Ndidi 1-1
Leygardagin, 17. august
Arsenal - Burnley 2-1 (1-0)
Aston Villa - Bournemouth 1-2 (0-2)
Brighton - West Ham 1-1 (0-0)
Everton - Watford 1-0 (1-0)
Norwich - Newcastle 3-1 (1-0)
Southampton - Liverpool 1-2 (0-1)
Manchester City - Tottenham 2-2 (2-1)
Í morgin:
20.00: Wolverhampton - Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald