Fótbóltur

Landsdysturin í Noregi avlýstur í kvøld

Orsøkin er korona. Eisini danska landsliðið er hart rakt av smittuni, men vinardysturin móti Svøríki verður spældur sum ætlað.

Martin Ødegaard og hinir spælararnir á norska landsliðnum sleppa ikki á vøllin í kvøld (Savnsmynd: EPA)

Martin Ødegaard og hinir spælararnir á norska landsliðnum sleppa ikki á vøllin í kvøld (Savnsmynd: EPA)

2020-11-11 13:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ongin vinarlandsdystur millum Noreg og Ísrael í kvøld. Tað upplýsir norska fótbóltssambandið, NFF, í tíðindaskrivi.

Tað eru norsku heilsumyndugleikarnir, sum mæla til, at landsdysturin ikki verður spældur, skrivar tv2.no.

Avgerðin er tikin eftir at staðfest er, at ein av leikarunum hjá Ísrael er smittaður við korona. Spælarin og nakrir aðrir, ið høvdu etið saman við honum, vórðu avbyrgdir frá hinum, síðan var ætlanin, at dysturin skuldi spælast sum ætlað.

Men Helsedirektoratet mælir nú norska fótbóltssambandinum til ikki at spæla dystin av ótta fyri smittuvanda.

Danmark spælir við eykaliði
Eisini danska landsliðið er rakt av korona, men kortini verður ætlaði vinardysturin í kvøld millum Danmark og Svøríki spældur.

Men tað verður eitt sterkt skert danskt landslið. Fyrst fingu leikararnir, sum dagliga spæla í Onglandi ikki loyvi at fara heim til landsdystin, orsaka av minkasmittuni. Síðan er korona staðfest í danska hópinum, so at tíggju aðrir leikarar eru farnir í sóttarhald, og tí ikki kunnu spæla.

Harvið verður tað eitt heilt øðrvísi landslið, sum spælir í kvøld.

Landsliðsvenjarin, Jesper Hjulmand og hjálparvenjari hansara, Morten Wieghorst, eru eisini farnir í sóttarhald. Í staðin verður tað Ebbe Sand, sum fær ábyrgdina á venjarabeinkinum. Hann er dagliga serligur álopsvenjari hjá danska landsliðnum.

Føroyska landsliðið spælir eisini venjingardyst í kvøld. Dysturin verur á útivølli móti Litava, og byrjar klokkan 17.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder