Fótbóltur

Landskapping og evropafótbóltur í dag

Ólavsøkudystur, dystur um at leggja sjógv millum seg og botnin, og Conference League-dystur í Klaksvík.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-27 11:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvur fótbóltur í dag. Landskappingardystir hjá monnum í Runavík og á Argjum, og í Klaksvík er evropafótbóltur á skránni.

AB spælir vanliga ólavsøkudyst 27. juli, og í ár er einki undantak. Argjamenn hava fingið nýggjan venjara og nýtt graslíki. Hesaferð er EB/Streymur á vitjan.

Í Runavík hittast nummar sjey og átta í deildini og bæði liðini hava 15 stig. Runavíkingar hava nýggjan venjara í Sámal Eriki Hentze, og skulu reisa seg eftir eina vánaliga kappingarhálvu og lyfta seg úr botnstríðnum. 07 Vestur skal eisini savna sær nøkur stig afturat fyri at vinna seg burturúr botnstríðnum.

Hesir báðir landskappingardystirnir byrjar klokkan 18.

Samstundis sum seinni hálvleikur ferð í gongd í hesum báðum dystunum, verður Conferenece League-dystur í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti Sutjeska klokkan 19.

Fyrri dysturin millum liðini endaði 0-0, og í dag eru klaksvíkingar favorittar at fara avstað við sigrinum og vinna seg víðari í Conference League.

NSÍ-07 Vestur (18:00)
AB-EB/Streymur (18:00)
KÍ-Sutjeska (19:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder