
Vanligt er, at landsliðsleikararnir sleppa at ganga ein góðan túr á dystardegnum fyri at fáa fríska luft, gongd í beinini og kanska sæð sindur av býnum.
Í hesum førum, við koronuprotokollini hjá UEFA, sleppur landsliðið ikki at flyta seg so frítt, men fyrr í dag varð føroyski hópurin koyrdur við bussi frá gistingarhúsinum mitt í Keypmannahavn og út á Amager.
Har fingu teir gingið ein túr og vóru, sjálvandi, framvið Oyrasundskollegiinum, ið er tað størsta í Danmark og eitt slag av Føroyamiðdepli í danska høvuðsstaðarøkinum.
Føroyski hópurin ladar nú upp til stóra dystin - stutt harfrá hitar føroysku áskoðarnir upp, og eru vit staddir í løtuni.
Les eisini: Føroysku fjeppararnir fara at fylla nakað í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald