Fótbóltur

Føroysku fjeppararnir fara at fylla nakað í dag

2.200 atgongumerki eru seld til føroyingar í samband við landsdystin í kvøld, sum verður tann fyrsi millum londini í býnum í 31 ár. Skansin hevur “Fan Zone” í miðbýnum í Keypmannahvn, sum er latin upp, har hitað verður upp, og har vit fara at vitja.

Skansin og allur Tórsvøllur var larmandi, stuðlandi og krútsterkur, tá Danmark vitjaði í september. Føroysku fjeppararnir vilja eisini seta sín dám á í Keypmannahavn í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Skansin og allur Tórsvøllur var larmandi, stuðlandi og krútsterkur, tá Danmark vitjaði í september. Føroysku fjeppararnir vilja eisini seta sín dám á í Keypmannahavn í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-12 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Føroyar og Danmark spældu í gomlu Ítróttarparkini í 1990 varð mett, at áleið 7.000 føroyingar vóru millum teir 38.5000 áskoðarnir. Harvið fyltu teir nógv hetta kvøldið. Hóast føroyingar ikki fara at fylla “nýggju Parkina”, ið er bygd á so at siga sama staði á Eysturbrúgv, men sum vendur hinvegin, eins nógv í kvøld, so verða íhvussu er yvir 2.000, ið halda við Føroyum millum tey umleið 35.000. Meginparturin av teimum býr í Danmark, men nógv eru eisini komin úr Føroyum til dystin.

Dysturin fyri 31 árum síðani var tann fyrsti útidysturin hjá føroyska manslandsliðnum í altjóða kapping. Føroyar hava ikki spælt útidyst móti Danmark í einari undankapping siðani, og uppgerðin í kvøld verður eisini tann fyrsta landanna millum í danska høvuðsstaðnum síðani serstaka kvøldið í oktober 1990, tá Allan Mørkøre í 21. minutti skelkaði Peter Schmeichel og hinar danirnar, og  sendi allar føroyingarnar í stórt ovfarakæti, tá kraftmikli 18-ára gamli kanturin kastaði seg fram og javnaði til 1-1.

Serstaka málið sæst frá 6.30 her

Eitt nýtt kapittul verður skrivað í kvøld, og mælskir føroyskir fjepparar vilja vera ein umráðandi partur av hesum. Skansin hevur seinastu mongu árini sett ein frálíkan dám á landsdystirnar á Tórsvølli. Hetta hevur gjørt heildarupplivingina betri hvørja ferð og vakt ans hjá útlednskum miðlum. Skansin, og Tórsvøllur sum heild, hevur neyvan ongantíð larmað og hjálpt føroyska liðnum eins nógv, sum tá Danmark vitjaði 4. september. Liðið hjá Hjulmand varð hildið á pínubonkinum í 85 minuttir, og Skansin og øll føroyska fjøldin fingu risa rós eftir dystin.

Í samrøðu við Odmar Færø í gjár skýrdi verjukempan, hvørs skegg Skansin hevur ein eyðkendan sang um, føroyska stuðulin ta kvøldið sum heimsklassi og hann væntar, at føroyingar eisini er at hoyra í kvøld, meðan teir fara at royna at fáa donsku áskoðarnar at tagna. Håkan Ericson segði við Portalin mikudagin, at gott hevði verið um allir partar veruliga royna at taka avbjóðingina á sær: Á vøllinum skulu leikararnir merkjast, og á áskoðaraplássinum skulu føroysku áskoðarnir hoyast.

Sí eisini: 
Odmar: -Vit kunnu gott fáa ein javnleik - hví ikki tað
Håkan: Underdogs - men latum okkum merkjast og hoyrast
- Tað verður ein stór uppliving í Parkini

Skansin heldur allan seinnapartin til á Proud Mary mat- og skeinkistaðnum beint yvirav Tivoli á skák yvir av Ráðhúsplássinum. Upphitingin byrjaði so spakuliga á middegi danska tíð og heldur fram til klokkan 18, tá farið var til Parkina á Eysturbrúgv. Portalurin verður á Proud Mary ein part av seinnapartinum, har vit fara at royna at fanga føroyska huglagið – og sjálvandi vera vit eisini við í Parkini í kvøld.

Fyri at sleppa inn til dystin krevst koronupass, og tí hava DBU og FSF heitt á áskoðarar um at møta í góðari tíð, so at øll sleppa inn áðrenn dysturin byrjar.

Les eisini: 
Áskoðarar skulu vísa koronupass í Parkini
Keypmannahavn nýggja miðstøðin
AC: Vilja gjarna njóta at vera í Parkini fríggjakvøldið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder