Annað

Landsliðið til NM í Íslandi

Føroyska landsliðið í amboðsfimleiki umboðar í hesum døgum Føroyar í norðurlendskari meistarakapping í Kópavági.

(Mynd: Føroya Fimleikasamband)

(Mynd: Føroya Fimleikasamband)

2022-07-02 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fór føroyska landsliðið í amboðsfimleiki til Íslands at umboða Føroyar til NM (Nordisk Mesterskab) í Kópavági.

Kappast verður í dag, 2. juli, og í morgin, 3. juli.

Í føroyska hópinum eru 13 fimleikarar – seks menn og sjey kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson, og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari, og Marjun Jacobsen hjálparvenjari.

Londini, sum eru til hesa kappingina eru, umframt Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, og Finland, skrivar Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.

– Fimleikasambandið er sera spent til hesa kapping, tí gongdin í føroyskum fimleiki hevur verið góð. Tað eru bert nakrar fáar vikur síðan, at vit sóu fleiri av okkara fremstu fimleikarum kappast í Danmark við sera góðum úrslitinum, skrivar Fimleikasambandið.

Møguleiki er at síggja beinleiðis úrslit her. Til ber eisini at stroyma kappingina her.

Dagførd kl. 9.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder