2021-08-23 00:10
Í morgin klokkan 10 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har hópurin til landsdystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova verður kunngjørdur.
Allir dystirnir verða á heimavølli. Mikudagin 1. september ímóti Ísrael, leygardagin 4. september móti Danmark, og týsdagin 7. september koma moldovar á vitjan.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Atgongumerkjasølan hevur gingið væl. Til landsdystirnar móti Ísrael og Moldova vóru umleið 3.500 atgongumerki seld hósdagi, meðan tað nærum er útselt til dystin móti dønum.
Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald