placeholder
Fótbóltur

Landsliðið verður úttikið klokkan 10

Lars Olsen fer at seta navn á, hvørjir leikarar verða í hópinum til dystirnar móti Svøríki og Spania.

Landsliðsvenjarin skal avdúka tann fyrsta hópin í heyst - Mynd: Sverri Egholm

Landsliðsvenjarin skal avdúka tann fyrsta hópin í heyst - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-26 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

5. september spæla Føroyar og Svøríki EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og sunnudagin 8. september er útidystur móti Spania á skránni. Talan er um ávíkavist dyst nummar fimm og nummar seks í kappingini. 

[object Object](Spania vitjaði Tórsvøll í juni - Mynd: Jens Kr. Vang)

Hópurin til hesar dystirnar verður í morgun klokkan 10 úttikin á tíðindafundi í FSF-húsinum. Vit eru við og hava hópin úti skjótast gjørligt. 

Støðan í bólki F:
Spania 12
Rumenia 7
Svøríki 7
Norra 5
Malta 3
Føroyar 0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder