Annað

Landsliðini til EM í dart úttikin

Landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu til EM kapping í Spania í heyst, og vórðu tey úttikin leygardagin, tá skipað eisini var fyri stórari kapping á Skála.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-22 07:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var stór dartkapping í høllini á Skála. Yvir 60 leikara vóru møttir upp, og samstundis tóku landsliðsvenjarnir Annfinn Allanson Hjaltalin og Kristian Joensen landsliðini hjá kvinnum og monnum út.

Landsliðini skulu, fyri fyrstu ferð síðani altjóða góðkenningina, til eina EM kapping, og veður hon í Gandia í Spania frá 28. september til 1. oktober.

Hjá kvinnum er talan um sama landslið, sum fyrr í ár var til norðurlandameistaraheitið í Svøríki og eru tær, møðgurnar Beinta Joensen og Jóna Miðalberg úr KDF; Annfríð E Jacobsen úr HDF; og Birthe Sikivat úr ADF.

Hjá monnunum er ein lítil broyting frá fyrr í ár, tá Niels Thomsen úr HDF er komin inn fyri Jón Johansen úr VDF. Hinir á liðnum eru Jan Erik Fjallstein úr VDF,; og Uni Árting og Jan McIntosh úr HDF, teir baðir seinastu blivu í tvímansleiki nr. trý til norðurlandameistaraheitið fyrr í ár.

Uni Árting í flokki fyri seg
Nógv fólk var komið saman til fyrstu kappingina aftana summarferiuna. Hjá monnum er kappingin soleiðis skipað, at tað er ein A bólkur, sum er fyri teir meira royndu leikararnar, og so ein B bólkur fyri teir, sum ikki hava tær stóru royndirnar.

Í A bólkinum sóu vit, at menn hava vant nógv í summar og var støðið rættiliga høgt. Serliga skaraði Uni Árting úr Havnar Dartfelag framúr, og vóru fleiri av hansara spølum yvir 80 í miðal. Uni spældi seg eisini fram til finaluna, har hann vann 7-1 á Niels Thomsen eisini úr Havnar Dartfelag. Nr. trý gjørdust Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag, og Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag.

Í B bólkinum komu Jóan Jakku Joensen úr Havnar Dartfelag og Rógvi Rasmussen úr D9 á Skála í finaluna. Jóan Jakku vann finaluna 5-2. Á triða plássið komu Carl Eli Nolsøe Samuelsen úr Havnar Dartfelag og Petur Johansen úr Leynum.

Spennandi finala hjá kvinnum
Føroyskt dart saknar kvinnur, og eru rættiliga fáar, sum tora út í feløgini og til kappingar. Í ár hava bara átta kvinnur luttikið í kappingunum, og á Skála leygardagin vóru seks teirra.

Landsliðsspælarnir Birthe Sikivat úr Havnar Dartfelag og Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag spældu seg fram til finaluna.

Finalan gjørdist spennandi og vann Birthe 4-3. Nr. trý gjørdust Jóna Miðalberg úr Klaksvíkar Dartfelag og Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder