Fótbóltur

Landsliðshondbóltur: Fyrireika okkum eftir førimuni

Gunn Ellefsen sigur, at nøkur landslið møguliga hava uppgávur í summar, og at leikararnir venja hart sjálvir og fara at venja saman, tá tað ikki longur verður frámælt.

Pauli Jacobsen her til European Open í fjør. Í ár skal 04-árgangurin við gentum eftir ætlan til European Open, og 02-árgangurin, sum Pauli er partur av, skal eftir ætlan royna seg aftur í august (Mynd: Harald Bjørgvin)

Pauli Jacobsen her til European Open í fjør. Í ár skal 04-árgangurin við gentum eftir ætlan til European Open, og 02-árgangurin, sum Pauli er partur av, skal eftir ætlan royna seg aftur í august (Mynd: Harald Bjørgvin)

2020-04-21 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Viðvíkjandi landsliðshondbóltinum so fyrireika vit okkum í løtuni eftir førimuni, og venjingin í hallunum byrjar so skjótt, sum tað ikki longur verður frámælt at venja í bólki.

Hetta sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, við Portalin.

Landsliðshondbólturin er sjálvandi eisini ávirkaður av koronavirusinum, men HSF arbeiðir útfrá, at nøkur landslið hava spennandi avbjóðingar í summar: 

 - Undankappingardystirnir hjá kvinnulandsliðnum móti Ukrainia vórðu útsettir til í juni, og okkurt týðir uppá at tað verður útsett aftur. 04-genturnar skulu eftir ætlan til European Open í juli og 00 og 02-dreingirnir til kappingar í august. Har verður arbeitt fram ímóti, at tað verður, hóast at tað, sum alt annað nú, er óvist. Vónandi kunnu venjingarnar fram ímóti byrja í seinasta lagi 4. mai.

[object Object]

Ivamál er um komandi undankappingardystirnar hjá kvinnunum (Mynd: Sverri Egholm)

- Landsliðsvenjararnir hava tætt samskifti við leikarar um venjingarætlan o.a, og tað er nógv sum týðir upp á, at tann venjingin, landsliðsleikararnir hóast alt fáa gjørt nú, gongur væl. Leikarar hava góða tíð at venja hart sjálvir, og vit vóna, at tað kann fara at vísa seg at verða ein fyrimunir. Hóast tað er trupult at fáa eyga á nakað sum helst positivt við hesari støðuni, so kann ein fyrimunur verða, at leikarar sum dragast við skaðar hava møguleika og stundir at gerast betri fyri kropsliga og sleppa av við skaðarnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder